At verða tikin fyri at koyra ov skjótt er vanligt. Í mongum førum førir tað bara til eina bót – men koyrir tú nógv ov skjótt, kanst tú fáa álvarsliga revsing. Nógv halda, at tað krevur grov brot at missa koyrikortið, men veruleikin er ein annar: Tú kanst longu fáa eina treytaða frádøming, um tú koyrir 21 km/t ov nógv.
Fært tú treytaleysa frádøming, verður koyrikortið tikið beinanvegin.
Tú skalt taka bæði ástøðisroynd og koyriroynd umaftur, og tú skalt klára tær, fyri at fáav koyrikortið aftur.
Eisini skal tú bíða, inntil bíðitíðin, sum myndugleikarnir hava ásett, er liðug.
Tú fært klipp, um tú koyrir meira enn 20 km/t ov nógv við vanligt ferðamark, ogmeira enn 16 km/t við lægri
ferðamark (t.d. 30, 20, 10 km/t).
Lægri ferðamark merkir, at hægsta loyvda ferðin er lækkað í einum ávísum øki ella á einum vegastrekki. Hetta verður gjørt
fyri at økja trygdina – t.d. í íbúðarøkjum, nærhendis skúlum, ella har nógv gongufólk eru.
Eitt dømi er, at tú vanliga hevur loyvi at koyra 50 km/t í býum, men í ávísum økjum er ferðamarkið lækkað til t.d. 30 km/t.
Lægri ferðamark = tú mást koyra seinni enn vanlgit
Revsingin fyri at koyra ov skjótt veldst um, hvussu nógv tú koyrir ov nógv
í mun til tað, sum stendur á ferðaskeltinum. Hon er lýst í tabellunum omanfyri, og tú skalt vera serliga ansin, tá ferðamarkið
er sett niður við skelti í t.d. bústaðarøki ella skúlagarði.
Koyrir tú 52 km/t í einum øki har hámarksferðin er 30 km/t → treytað frádøming
Koyrir tú 111 km/t uttan fyri bygt øki, har hámarksferðin er 80 km/t → treytaleys frádøming
Revsingin fyri at koyra ov skjótt veldst um, hvussu nógv tú koyrir ov nógv í mun til tað, sum er loyvt. Tú fært klipp, um tú koyrir meira enn 20 km/t ov nógv við vanligt ferðamark – og meira enn 16 km/t við lægri ferðamark. Fer tú meira enn 30 km/t ov nógv, fært tú treytaða frádøming – og meira enn 50 km/t ov nógv gevur treytaleysa frádøming.
Tú skalt vera serliga ansin í økjum, har ferðin er sett niður við skelti – t.d. í bústaðarøki, skúlagarði, gongugøtu ella láferðingarøki – tí har er revsingin strangari. Tú kanst missa koyrikortið treytað longu við 21 km/t ov nógv, og beinanvegin við 51 km/t ov nógv.