Klippikortið fevnir um álvarsom brot á ferðslulógina, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyriréttinum, men sum hóast tað eru vandamikil fyri ferðsluna.
Klippikortið er galdandi fyri øll motordrivin akfør, sum koyrikort krevst til. Tvs. vanligur persónbilur, bussur, lastbilur, motorsúkkla, lítil motorsúkkla, traktorur og motoramboð, tó ikki prutil.
brýtur ferðmarkið fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira,
økir ferðina, tá tú verður yvirháaður,
brýtur ferðmarkið fyri tungt akfar ella viðfestsakfar við 16 km/t ella meira,
koyrir vandamikla slalom koyring og vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu,
brýtur ferðmarkið við 16 km/t ella meira, har tað er ásætt ein lægri ferðavmarking,
yvirhálar við gonguteig,
koyrir fram móti reyðum ljósi
syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina,
koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar
syrgir ikki fyri, at børn millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu,
koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar
broytir farleið og støðu, fer frá vegjðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni,
koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni hennara,
vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni,
brýtur ásetingar um víkiskyldu.
brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling,
Fært tú 3 klipp innan fyri 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað. Tað merkir, at tú skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd, fyri at varðveita koyrikortið.
Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni fyri styttri enn 3 árum síðan, skalt tú serliga leggja til merkis, at reglurnar eru herdar fyri teg. Tá fært tú eitt koyriforboð longu aftaná 2 klipp innan fyri 3 ár.
Um eitt brot, sum førir til eitt klipp í koyrikortið, er framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella brotið hevur fært við sær vanda fyri onnur, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.
Tú fært eitt klipp, um tú við t.d. persónbili ella vørubili undir 3.500 kg heildarvekt koyrir 21 km/t omanfyri loyvda ferðmarkið. Støddin á bótini hongur saman við ferðini.
Tú skalt altíð laga ferð tína eftir umstøðunum. Tú skalt geva gætur eftir vega-, veður- og sýnisviðurskiftum, hvussu akfarið sjálvt er og hvussu tað er lastað og ferðsluviðurskiftunum yvirhøvur.
Í talvuni sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsaði:
Í talvuni sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsaði:
| Lætt akfar | Tungt akfar | |||||
|---|---|---|---|---|---|---|
| Revsing | Stig (klipp) | Treytað | Treytaleys | Stig (klipp) | Treytad | Treytaleys |
| Vanligt hægstamark fyri ferð* | + 21 km/t | + 31 km/t | + 51 km/t | + 16 km/t | + 21 km/t | + 41 km/t |
| Lægri ferðavmarking | + 16 km/t | + 21 km/t | + 41 km/t | + 16 km/t | + 21 km/t | + 41 km/t |
50 ella 80 km/t ella hægri ferðavmarking. Tað er tó ongantíð loyvt førara av tungum akfari at koyra skjótari enn 70 km/t.
Ring til okkum á 73 74 75, so hjálpa vit tær.