Klippikort

Klippikortið fevnir um álvarsom brot á ferðslulógina, sum ikki í sær sjálvum føra til frádøming av koyriréttinum, men sum hóast tað eru vandamikil fyri ferðsluna.

Klippikortið er galdandi fyri øll motordrivin akfør, sum koyrikort krevst til. Tvs. vanligur persónbilur, bussur, lastbilur, motorsúkkla, lítil motorsúkkla, traktorur og motoramboð, tó ikki prutil.

Tú fær eitt klipp um tú:

check

brýtur ferðmarkið fyri lætt akfar við 21 km/t ella meira,

check

økir ferðina, tá tú verður yvirháaður,

check

brýtur ferðmarkið fyri tungt akfar ella viðfestsakfar við 16 km/t ella meira,

check

koyrir vandamikla slalom koyring og vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu,

check

brýtur ferðmarkið við 16 km/t ella meira, har tað er ásætt ein lægri ferðavmarking,

check

yvirhálar við gonguteig,

check

koyrir fram móti reyðum ljósi

check

syrgir ikki fyri, at børn undir 15 ár eru spent í kravdu trygdarútgerðina,

check

koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar

check

syrgir ikki fyri, at børn millum 8 – 15 ár nýta fastspentan fallhjálm á motorsúkklu,

check

koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar

check

broytir farleið og støðu, fer frá vegjðara ella skiftir farbreyt til vanda ella óneyðugan bága fyri onnur í ferðsluni,

check

koyrir við børnum undir 8 ár á motorsúkklu ella í síðuvogni hennara,

check

vendir ella bakkar til vanda ella bága fyri onnur í ferðsluni,

check

brýtur ásetingar um víkiskyldu.

check

brýtur ásetingar um yvirháling og forboð fyri yvirháling,

Person
3 klipp innan fyri 3 ár

Fært tú 3 klipp innan fyri 3 ár, verður koyrikortið frádømt treytað. Tað merkir, at tú skal til eina eftiransandi koyriroynd og standa bæði eina teoriroynd og eina verkliga koyriroynd, fyri at varðveita koyrikortið.

Person
2 klipp innan fyri 3 ár (fyrsta 3 árini)

Hevur tú fingið koyrikortið á fyrsta sinni fyri styttri enn 3 árum síðan, skalt tú serliga leggja til merkis, at reglurnar eru herdar fyri teg. Tá fært tú eitt koyriforboð longu aftaná 2 klipp innan fyri 3 ár.

Warning
Hóast klippini

Um eitt brot, sum førir til eitt klipp í koyrikortið, er framt í samband við eitt ferðsluóhapp, ella brotið hevur fært við sær vanda fyri onnur, ger rætturin av, um tú í staðin missir koyrikortið.

Brot á ferðmarkið

Tú fært eitt klipp, um tú við t.d. persónbili ella vørubili undir 3.500 kg heildarvekt koyrir 21 km/t omanfyri loyvda ferðmarkið. Støddin á bótini hongur saman við ferðini.

Tú skalt altíð laga ferð tína eftir umstøðunum. Tú skalt geva gætur eftir vega-, veður- og sýnisviðurskiftum, hvussu akfarið sjálvt er og hvussu tað er lastað og ferðsluviðurskiftunum yvirhøvur.

Í talvuni sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsaði:

Í talvuni sært tú, hvussu ymisku brotini á ferðmarkið verða revsaði:

Lætt akfar Tungt akfar
Revsing Stig (klipp) Treytað Treytaleys Stig (klipp) Treytad Treytaleys
Vanligt hægstamark fyri ferð* + 21 km/t + 31 km/t + 51 km/t + 16 km/t + 21 km/t + 41 km/t
Lægri ferðavmarking + 16 km/t + 21 km/t + 41 km/t + 16 km/t + 21 km/t + 41 km/t

50 ella 80 km/t ella hægri ferðavmarking. Tað er tó ongantíð loyvt førara av tungum akfari at koyra skjótari enn 70 km/t.

Koyrir fram móti reyðum ljósi (§ 24, stk. 1 og 2) Arrow

Tú fært eitt klipp fyri at koyra fram móti reyðum ljóssignali.

Koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi akfar (§ 29a, stk. 3, 1. pkt.) Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir við ov stuttari fjarstøðu til framman fyri koyrandi.

Í lógini er ikki ásett nakað fast mark fyri, hvussu stór fjarstøðan skal vera við ymiskari ferð. Lógin sigur, at fjarstøðan til framman fyri koyrandi skal vera so mikið stór, at vandi ikki er fyri ákoyring, um akfarið fyri framman steðgar ella minkar um ferðina. Tað hevur avgerandi týdning, hvussu tú metir um ferðina, eins og vega- og veðurviðurskiftini.

Ásetingin um at hava eina trygga fjarstøðu, er galdandi á øllum vegum. Tú fært tó ikki eitt klipp fyri t.d. at standa í einum bilaraði ella um ein annar bilur knappliga koyrir inn beint framman fyri teg. Klippikortið vendir sær meira móti ferðandi, sum við høgari ferð, leggja seg tætt aftanfyri ein frammanfyri koyrandi og harvið leggja trýst á viðkomandi. Politiið metir í hvørjum einstøkum føri um málini, undir hesum um koyringin førir við sær frádøming av koyrikortinum ella eitt klipp.

Politiið kann nýta videoupptøkur frá ómerktum politibilum, sum prógv í slíkum málum.

Halt fjarstøðu

Ein góður háttur at minna seg á hesa áseting er, at tað í minsta lagi skal vera ein fjarstøða svarandi til 2 sekund til frammanfyri koyrandi bilin, fyri at trygdarfjarstøðan er í lagi. Tvs. at tað skulu ganga í minsta lagi 2 sekund, frá tí at bilurin frammanfyri koyrir framvið einum føstum máli, t.d. einum ljóssteyra, til tú sjálvur koyrir framvið sama máli.

Tú skalt kunna klára at telja spakuliga til ”eitt sekund – tvey sekund” og tá eru tað gingin 2 sekund.

Koyrir vinstrumegin gøtuhólmar og ferðsluvitar (§ 29a, stk. 4) Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir vinstrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar og skákateigar.

Tú skalt halda teg høgrumegin gøtuhólmar, ferðsluvitar, skákateigar og tílíkt, ið er á akbreytini. Tú kanst tó koyra vinstrumegin við, um tað er tilskilað við merking ella um vegurin er einvegis.

Broytir farleið og støðu til vanda ella óneyðugan bága (§ 29a, stk. 2) Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú broytir farleið og støðu til vanda og óneyðugan bága fyri onnur.

Tú skal tryggja tær, at tín atgerð kann henda uttan vanda ella óneyðugan bága fyri onnur, tá tú:

• sneiðir á krossvegi
• fer avstað frá vegjaðara
• skiftir um farbreyt
• ella á annan hátt flytur akfarið til viks
• steðgar ella minkar um ferðina

Tú skal tryggja tær, at tín atgerð kann henda uttan vanda ella bága fyri onnur, tá tú vendir ella bakkar.

Yvirháling og forboð fyri yvirháling (§ 29, stk. 3) Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú brýtur ásetingarnar um yvirháling.

Um tú ætlar at yvirhála, skalt tú tryggja tær,

• at tað kann henda vandaleyst
• at farbreytin, har sum farið skal vera framum, á ivaleysa longum teini, er frí fyri ferðslu ímóti
• at tann, ið koyrir frammanfyri, ikki gevur tekin til yvirháling
• at akfør, ið koma aftanífrá, ikki eru byrja at yvirhála
• at tað eftir, at yvirhálingin er framd, uttan iva er møguligt, aftur at koma inn í ferðslustreymin uttan ampa

Yvirháling fer fram vinstrumegin. Tó skal verða yvirhála høgrumegin, um akfør sneiða til vinstru ella týðuliga fyrireika sneiðing til vinstru.

Víkiskylda (§ 11) Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú økir ferðina, tá tú verður yvirhálaður.

Um tú varnast, at akfar, ið kemur aftanífrá, ætlar at yvirhála vinstrumegin, skalt tú fara so langt til høgru sum møguligt og mást ikki seta meiri ferð á.

Fleiri onnur brot, sum geva klipp Arrow

Tú fært eitt klipp, um tú koyrir slalom koyring ella vandamikla framvið koyring í tættari ferðslu.

Er ferðslan tøtt og koyrir í fleiri røðum, soleiðis at ferðin verður avgjørd av teimum, ið undan koyra, mást tú ikki skifta farbreyt, uttan so er at tú skalt

• sneiða á krossvegi
• sneiða av akbreytini uttan fyri krossveg
• sneiða av á avkoyringarbreyt
• sneiða inn á vegin frá tilkoyringarbreyt
• steðga ella parkera

ella um

• talið av farbreytum minkar, tvs. farbreytirnar flætta saman.

Phone
Ynskir tú hjálp ella hevur spurningar?

Ring til okkum á 73 74 75, so hjálpa vit tær.

737475 Ring til okkum
info@koyrilrarin.fo Send okkum teldupost
Fjalsgøta 2, 100 Tórshavn Kom inn á gátt